"Sum skrivað stendur: »Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein.«"   Rómverja 3:10

   "Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður."   Rómverja 3:23

   "Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara."   Rómverja 6:23

   "Men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar."   Rómverja 5:8

   "Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív."   Jóhannes 3:16

   "Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi."   Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar 1:9

   "Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;  tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu."   Rómverja 10:9-10

   "Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara."   Jóhannes 1:12

   "Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær."   Jóhannes 14:6

   "Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil."   Jóhannes 5:21

   "Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær."   Efesusmanna 2:8-9

   "Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í,  Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar,  og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar."   Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna 15:1,3-4

   "Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment."   Jákups 5:16

   "Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð  Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki."   Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar 4:7-8

   "Tá ið tit nú, elskaðu tit, vita hetta frammanundan, tá varið tykkum fyri, at tit ikki skulu verða drignir við av hinum óryggjuligu í teirra villu og falla frá tykkara egnu føstu støðu;  men vaksið í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists. Honum veri dýrdin bæði nú og til ævigar tíðir! Amen."   Hitt seinna almenna bræv Pæturs 3:17-18